Team Rynkeby Hall of Fame heiðrar nakrar av teimum persónum, sum í mong ár hava latið eitt heilt serligt íkast til Team Rynkeby og innsavnanina til børn við hættisligum sjúkum. Hesir persónar eru øll eldsálir; eldsálir, sum í teirra stóra arbeiði fyri søkini og felagsskapinum hava sett síni sjónligu spor í Team Rynkeby og verið við til at mynda tað virksemi og mentan, sum eyðkennir Team Rynkeby í dag.