Súkkla við Team Rynkeby

Soleiðis luttekur tú
Soleiðis luttekur tú

Tí gera vit hetta

  • Fyri børn við lívshættisligum sjúkum

    Í Føroyum súkkla vit fyri at samla pening inn til Krabbameinsfelagið.

  • Fyri heilsu og koma í form

    Vit hava sterkan felagsskap, har grundstólparnir eru venjing, stuttleiki og umsorgan.

  • Fyri náttúruupplivilsini

    Stórfingin náttúruupplivilsi bíða tær á ferðini til París.

Ver partur av felagsskapinum

Luttak í Team Rynkeby

Tú kanst luttaka við Team Rynkeby sum súkklari ella hjálparfólk. Tað er avmarkað pláss.

Soleiðis søkir tú

Team Rynkeby – liðini

Stuðla innsavnanini hjá Team Rynkeby og eggja súkklarunum, tá ið tey seta seg á súkklurnar.

Liðyvirlit

Limur í Team Rynkeby

Team Rynkeby Cycling Club er súkklufelagsskapur fyri teg, ið áður hevur súkklað til París.

Fyrimunur sum limur

Emma greiðir frá

Saman við pápanum og hinum luttakarunum á Team Rynkeby Odense setti Emma Greve seg á súkkluna fyri at enda ein 10 ára langan dyst móti eitlakrabbanum, sum rakti hana, tá ið hon var einans 14 ára gomul.

Team Rynkeby bleiv eitt kærkomið og neyðugt miðpunkt í lívinum hjá Emmu og familju hennara.

Les søguna hjá Emmu (DK)

Ofta settir spurningar

Túrurin til París verður súkklaður tann 6. – 15. juli 2023.

Í 2022 kostar tað umleið 20.932 DKK at súkkla við Team Rynkeby.

Íroknað prísin er karbonsúkkla, summarsúkkluklæði, hotel í Europa, ferð til Danmarkar og matur, og flutningur av súkkluni aftur til Føroya. Harumframt skal súkklarin vænta aðrar útreiðslur, t.d. vetrarklæði og skógvar (um tú ikki eigur slíka útgerð), venjingarlega og íkast til kaffikassa. Upphæddin liggur um 2-5.000 kr. Ferðin endar í París, og tí skal luttakarin sjálvur rinda og skipa ferðina heim aftur. Hjálparfólk rinda umleið 4.100 DKK

Øll, sum eru við í Team Rynkeby, binda seg til at arbeiða fyri at savna pening inn til stríðið ímóti lívshættisligum sjúkum. Nakrir luttakarar sleppa lætt fram at virkjum, sum vilja stuðla – hjá øðrum er tað truplari. Tí seta vit ikki upphædd á, hvussu nógv hvør einstakur skal koma við – vit siga, at hvør og ein roynir sítt besta.