Ein týdningarmikil partur í arbeiðinum hjá Team Rynkeby er at savna pening inn til felagsskapir, sum stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum. Peningurin verður millum annað savnaður inn umvegis fíggjarligan stuðul frá vælviljandi vinnufeløgum.
Vit súkkla fyri at savna pening inn til Krabbameinsfelagið, sum stuðlar gransking í krabbameini hjá børnum.
Við 2.400 súkklarum á vegunum arbeiðir grunnurin fyri, at eingi børn doyggja av krabbameini í framtíðini.
Team Rynkeby breiðir kunnleika út um børn við lívshættisligum sjúkum um alt landið.
Ein týdningarmikil partur í arbeiðinum hjá Team Rynkeby er at savna pening inn til felagsskapir, sum stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum. Peningurin verður millum annað savnaður inn umvegis fíggjarligan stuðul frá vælviljandi vinnufeløgum.
Í 2023 hevði Team Rynkeby meira enn 4.500 stuðlar, ið stuðlaðu fíggjarliga ella við matvørum til verkætlanina. Tað merkir, at Team Rynkeby læt 68,4 mió. DKK til felagsskapir, sum stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi, Sveis, Týsklandi og Belgia.
Team Rynkeby er rikið av sjálvbodnum arbeiði, og tað merkir, at stórur partur av tí tørvi, sum vit hava á túrinum, er stuðlað, m.a. bilar, brennievni, matur og drykkivørur. Luttakararnir rinda sjálvir súkklu, klæðir, ferðing og uppihald.
"Team Rynkeby er rikið av sjálvbodnum arbeiði, og tað merkir, at stórur partur av tí tørvi, sum vit hava á túrinum, er stuðlað, m.a. bilar, brennievni, matur og drykkivørur. Harumframt rinda luttakararnir sjálvir fyri egnar útreiðslur á túrinum, umframt súkklu og klæði."
Solvejg Lauridsen, stjóri í Team Rynkeby – grunninum