Ofta spurdir spurningar

Luttøka

Súkklutúrurin er frá 29. juni til 6. juli 2024

Tú kanst søkja um at verða við á Team Rynkeby liðinum við at fylla út umsóknarblaðið á okkara heimasíðu.

Vit vilja ikki, at Team Rynkeby skal vera størri, enn at vit kunnu tryggja, at allir súkklarar fáa eina góða ferð. Tað merkir, at allir súkklarar skulu hava súkklur og klæði í góðari tíð. Eisini ynskja vit, at nóg nógv hotellkømur á rímiligum støði eru til øll. Við øðrum orðum vilja vit ikki vaksa skjótari, enn at logistikkurin kann fylgja við. Harumframt er tað týdningarmikið, at allir luttakarar eru kunnugir við endamálið við verkætlanini og virðunum, so vit kunnu tryggja framhald við verkætlanini.

Umsóknarfreistin at koma við á Team Rynkeby í 2023/2024 er 31. august 2023. Tann 7. september 2023 fært tú boð, um tú ert við í hópinum ella ikki. Øll liðini í Norðurlondum til 2023/2024-ferðina eru sett 1. oktober 2023.

Í 2023/2024 kostar tað umleið 23.550 DKK at súkkla við Team Rynkeby.
Íroknað prísin er karbonsúkkla, summarsúkkluklæði, hotel í Europa, ferð til Danmarkar og matur, og flutningur av súkkluni aftur til Føroya. Harumframt skal súkklarin vænta aðrar útreiðslur, t.d. vetrarklæði og skógvar (um tú ikki eigur slíka útgerð), venjingarlega og íkast til kaffikassa. Upphæddin liggur um 2-5.000 kr. Ferðin endar í París, og tí skal luttakarin sjálvur rinda og skipa ferðina heim aftur. Hjálparfólk rinda umleið 4.100 DKK

Øll, sum eru við í Team Rynkeby binda seg til at arbeiða fyri at savna pening inn til stríðið ímóti lívshættisligum sjúkum. Nakrir luttakarar sleppa lætt fram at virkjum, sum vilja stuðla - hjá øðrum er tað truplari. Tí seta vit ikki upphædd á, hvussu nógv hvør einstakur skal koma við - vit siga, at hvør og ein roynir sítt besta.

Tú sær fullfíggjað yvirlit yvir liðini á okkara heimasíðu.

Í Føroyum hava vit valt bert at hava eitt lið. Hevur tú spurningar, so vend tær til stjóran í Team Rynkeby.

Team Rynkeby Grunnurin er opin fyri at royna nýggj samstarv. Set teg í samband við stjóran hjá Team Rynkeby Grunninum og tosa um møguleikarnar.

Vit leggja okkum eftir, at øll eru heilhugað fyri málinum. Tí er tað ein fyrimunur, um tú kanst vísa á, hví tú vilt vera við. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú vísir á, hvat títt íkast kann vera. Kanska ert tú vanur at súkkla í frítíðini, kanska hevur tú samband við onkran áhugaverdan stuðul, kanska dugir tú væl at umvæla súkklur, skriva bloggar ella at gera videofilmar ella okkurt heilt annað.

Tú fært tað váttað umvegis teldupost, tá ið tú fyllir umsóknarblaðið út. Fært tú ikki teldubræv, kann tað vera komið í SPAM, ella eisini hevur tú skrivað villu í teldupostadressuna. Tú kanst royna at skriva umsóknina umaftur.

Nei. Vit skráseta ikki, hvør hevur søkt fyrr. Liðskipararnir seta saman tað liðið, sum teir halda vera tað besta eftir teimum, ið hava søkt um at vera við tað ávísa árið.

Ilt at siga. Umsóknirnar verða mettar hvør sær, og tit verða ikki mett sum ein greipa.

Fyri at vera við á Team Rynkeby skalt tú vera 18 ár – men vit hava einki ovasta mark. Aldursmarkið 18 ár hava vit samtykt, tí vit vilja, at øll skulu kunna vera við í tí sosiala partinum á liðinum.

Team Rynkeby væntar, at hvør einstakur venur umleið 2.500 km á Team Rynkeby súkkluni áðrenn Tour de París. Alt eftir hvussu formurin er frammanundan, kann hetta verða ymiskt frá fólki til fólk.

Útgerð

Vit loyva súkklarum einans at súkkla á einari almennari Team Rynkeby-kappsúkklu. Súkklan er við í pakkanum, tú keypir, tá ið tú meldar teg til Team Rynkeby, og sjálvandi eigur tú súkkluna aftaná. Um tú fær fatur á eini brúktari Team Rynkeby-súkklu er hon eisini góðtikin sum súkkla.

Hevur tú ikki súkklað fyrr, fert tú at síggja, at eykaútreiðslur leggjast aftur at luttøkugjaldinum. Tær fer at tørva skógvar og brillur og kanska eisini klæði bæði til spinning og vetrarvenjing. Og helst fært tú onkrar útreiðslur av at røkja súkkluna. Tú má hava eitt pulsur fyri at tryggja, at tín venjing verður so skilagóð sum møguligt.

Sjálv/ur keypir tú súkkluna, so hana eigur tú eftir ferðina.

Tour der Paris

Hvørt einstakt lið súkklar í sínum lag. Nøkur lið byrja kortini í sama býi og súkkla at kalla somu leið til París. Av praktiskum og trygdarávum súkkla liðini hvørt sær alla leiðina til París. Liðini koma ikki saman fyrr enn á sjeynda degi mitt í París.

Ferðin úr Danmark til París er umleið 1.300 km, og súkklað verður í sjey dagar - nøkur lið byrja kortini dagin fyri, at túrurin av álvara byrjar, so hesi lið súkkla í roynd og veru í 8 ella 9 dagar. Stytsti teinurin fyri hvønn dagin er umleið 100 km, tann longsti umleið 200 km. Hvussu long ferðin er, veldst um, hvørja leið hvørt liðið tekur.

Ferðin hjá Team Rynkeby til París er ikki siðbundin súkklukapping við kravtíðum. Tó er tað ein krevjandi rørslusúkklutúrur, har øll skulu kunna vera við. Liðini halda vanliga eina miðalferð, sum liggur um 25-27 km/t

Hevur tú aðrar spurningar, ert tú væl komin at spyrja okkum. Tú kanst millum annað skriva til okkara á Facebook-síðuni hjá Team Rynkeby. Vit svara rættiliga skjótt.