Team Rynkeby verður rikið av Team Rynkeby Grunninum, sum er bygt upp soleiðis:

 

Team Rynkeby Fonden hevur eina nevnd við sjey nevndarlimum:

Mark Hemmingsen (nevndarformaður), CEO í Rynkeby Foods, Peter Frank Andersen (næstformaður), Magnus Berndtsson, stjóri í Eckes-Granini Sweden, Torsten Fröhlich, Director Controlling í Eckes-Granini Group GmbH, Juha Helokoski, forstjóri í Eckes-Granini í Finnlandi, Katrine Bjerrum, Marketing Director i Rynkeby Foods og Heidi Frederikke Sigdal, Journalist.

Les meira: Tak viðtøkurnar hjá Team Rynkeby Grunninum niður sum pdf-fílu (7,4 MB)

Team Rynkeby verður rikið av forstjóranum í Team Rynkeby Grunninum saman við einum landastjóra í hvørjum landi, sum Team Rynkeby hevur lið í. Vanliga er tað landastjórin, sum bólkaleiðslurnar og luttakararnir í einstøku londunum javnan hava samband við.

Hvørt lið verður leitt av einum liðskipara saman við einari bólkaleiðslu, sum er sett saman av nøkrum luttakarum við ymiskum førleikum. Harumframt eru ymiskir lyklapersónar á hvørjum liði, sum hava ábyrgd av m.ø. fíggjarstøðuni, stuðlunum, PR og tænastutoymi – hesir persónar kunnu vera bólkaleiðslan (men nýtast ikki at vera tað).

Staðbundnu liðini hjá Team Rynkeby hava harumframt eisini eitt netverk, sum vanliga eru fyrrverandi súkklarar. Netverkið verður nevnvt Team Rynkeby Cycling Club og verður leitt av einum TRCC Manager, sum tann staðbundni liðskiparin velur fyri eitt ár í senn saman við landastjóranum í ávísa landinum.