Team Rynkeby

Vit eru Team Rynkeby

2.400 súkklarar

Við Team Rynkeby eru 2.400 súkklarar og 550 hjálparfólk deild yvir 65 lið í níggju londum.

6.500 stuðlar

Í 2021 høvdu vit meira enn 6.500 stuðlar, sum lótu antin pengar ella mat og aðra útgerð til verkætlanina.

72,4 mió. kr.

Í 2021 lótu vit 72,4 mió. DKK til felagsskapir, sum hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum.

Lær okkum at kenna

Bygnaðurin

Team Rynkeby verður rikið av Team Rynkeby – grunninum.

Les meira um organisatiónina

Vit stuðla

Team Rynkeby stuðlar børnum við lívshættisligum sjúkum.

Les meira um tað, sum vit stuðla

Ein greiður arbeiðssetningur

Team Rynkeby er eitt evropiskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París fyri at síggja endan á víðakendu súkklukappingini, Tour de France.

Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á hesi ferð, og onnur virki stuðlaðu eisini hópinum at súkkla til París. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at 38.000 DKK vóru í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni.

Bólkurin valdi at lata peningin til barnakrabbadeildina á Odense Universitetshospitali, og soleiðis sá henda siðvenja dagsins ljós.

Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum

Í nærum eitt ár skulu luttakararnir ikki bert gerast førir fyri at súkkla teir gott og væl 1.200 km. til París – teir binda seg eisini til at leggja nógv fyri at savna pening inn til børn við álvarsamari sjúku.

Ígjøgnum síni trý merki, Rynkeby, God Morgon og hohes C, fíggjar týska djússamtakið Eckes-Granini høvuðsútreiðslurnar fyri tiltakið í samstarvi við felagsskapirnar, ið peningurin verður savnaður inn til. Hetta merkir, at øll inntøka verður latin felagsskapum, ið hjálpa børnum við álvarsamari sjúku. Í Danmark stuðlar Team Rynkeby tveimum felagsskapum; Børnecancerfonden og Børnelungefonden. 

Í 2021 læt Team Rynkeby felagsskapum, ið hjálpa børnum við álvarsamari sjúku, 72,4 mió. DKK. – av teimum vórðu 20 mió. kr. lætnar Børnecancerfonden og Børnelungefonden í Danmark.

Gávurnar frá Team Rynkeby