Team Rynkeby 1.54 Millión til børnini og familjur teirra
<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 26-09-2020

Team Rynkeby 1.54 Millión til børnini og familjur teirra

Team Rynkeby hevur í dag handa innsavnaða peningin fyri tíðarskeiðið 2019 – 2020.

Samlaða upphæddin sum inn kom er 1.540.000 kr

Peningurin er latin til Grunnin hjá Krabbameinsfelagnum. á samkomu tóku Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum, Oddvør Poulsen, dagligur leiðari á Beranum, og Ása Dánjalsdóttir, nevndarlimur í Hjartabarninum ímóti kekkinum frá Rúna Juul liðskipara og Finn Danberg, landastjóri í Team Rynkeby Føroyar.

Berin fær 100.000 kr og Børnecancerfonden sum hjálpir føroysk børn í Danmark við krabbasjúkum, fær 72.000 kr

Peningurin var handaður á eini ørvísi hátíðarløtu vegna koronastøðuna.

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum sigur:

Ferðin, sum tit fóru undir í september í 2019, skuldi enda í París. Men soleiðis bleiv tað ikki.

At enda í París var ikki fremsta málið við ferðini hjá tykkum. Fremsta málið er at hjálpa børnum, sum eru hættisliga sjúk. Og einki sleppur at steðga tykkum. Tit duga at finna uppá ráð. Tíbetur.

Takk, at tá ið París glapp tykkum av hondum, so mistu tit ikki børnini úr eygsjón.
Takk. Tí eisini í ár eru tað børn, sum hava brúk fyri tykkara hjálp.

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum um gávuna

Árliga stuðulsgávan frá Team Rynkeby til Beran hevur alstóran týdning. BERIN, hevur seinastu árini miðjað ímóti at víðka bólkatilboðið til eisini at fevna børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin. Vónandi kann gávan kann vera við til at slóða fyri hesum. Hjartans tøkk til tykkum øll í Team Rynkeby!

Eydna Joensen, leiðari í Hjartabarnið sigur

Vegna foreldur at børnum viđ hjartasjúkum og áhugabólkin Hjartabarnið, vilja vit senda eina hjartans tøkk til Team Rynkeby Føroyar fyri tað megnar arbeiði, tit gera fyri okkara børn. Tit eru okkara Gulu Hetjur.

Súnfríð Jacobsen, sum súkklar við Team Rynkeby Føroyar sigur

Súkklingin, samanhaldið, fólkini, brekkurnar, regnið, lagnurnar, tænastutoymið, vinabondini, ótroyttiligu eldsálirnar og eg kundi hildið á – og tá hava vit ikki so frægt sum verið í París Vit hava tó gjørt tað sum alt snýr seg um: vit hava savnað penging til børnini. Og so sleppa vit øll at gera tað eina ferð enn. Gult verður ongantíð aftur bara ein litur!

Finn Danberg, Landastjóri hjá Team Rynkeby Føroyar sigur

Hóast túrurin til París í ár varð avlýstur, so er tað ein góð kensla at føla, hvussu stóra undirtøku føroyskar fyritøkur og einstaklingar vísa okkara endamáli. Tað eru vit sera takksom fyri í Team Rynkeby Føroyum.

Fakta:

Peningurin sum kemur inn verður brúktur til at stuðla og hjá sjúkum børnum og familjum teirra. Stórur partur av peninginum verður brúktur til gransking innan sjúkur hjá børnum og hava til endamál at finna út av hví børn gerast sjúk og tá tey gerast sjúk, at granska í viðgerðum til børn.
Team Rynkeby Føroyar súkklar aftur í 2021, og tá er sjálvandi vónin at sleppa til Paris.

56 súkklarar og 12 hjálparfólk eru úttikin til liðið sum skal súkkla til Paris komandi ár, og tey eru farin undir fyrireikingarnar. Í dag er fyrsti felags fundur, har liðið skipar seg.

Innsavningin byrjar aftur í oktober mánaða. Vælvitandi at Korona kann avgerða innsavningar úrsliti, fara vit undir enn eitt ár við ágrýtni.
Seinni í dag verður samlaða innsamlingin hjá Team Rynkeby í øllum londum almannakunngjørt.

 

Skriv kommentar

 

Tilbage

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram