<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 14-09-2015

Innsavningin hjá Team Rynkeby gav 945.000 kr

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákupi N. Olsen, leygardagin.

Upphæddin, sum føroyska súkkluliðið fekk inn í 2014/15, varð 945.000 krónur, ið er á leið tað sama, sum kom inn í sambandi við túrin í fjør.

47 súkklarar og átta hjárparfólk gjøgnumførdu í ár túrin frá Padborg til París, sum er slakar 1250 kilometrar.

Team Rynkeby Føroyar miðar eftir at savna inn eina støðuga upphædd, sum munar, og tað er ikki eitt mál í sær sjálvum, at hendan upphædd skal veksa ár um ár. Tí er landastjórin hjá Team Rynkeby í Føroyum, Finn Danberg, eisini væl nøgdur við innsavningina hesaferð.

- Vit hava eina greiða ætlan um, at okkara innsavning ikki skal órógva onnur, sum savna inn, so tí fara vit ikki at uppliva, at upphæddin broytist tað stóra ár fyri ár, sigur Finn Danberg.

Krabbameinsfelagið sigur, at peningurin frá Team Rynkeby Føroyar verður brúktur á trimum økjum. Ein partur fer til fíggjarligan stuðul til børn, sum fáa krabbamein og familjur teirra, ein til gransking innan krabbamein hjá børnum og so verður ein latin foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum, sum tekur sær av áhugamálum hjá familjum við børnum við krabbameini.

Liðið, sum skal súkkla til París komandi summar, er útikið og er byrjað sínar fyrireikingar. 50 súkklarar eru við á liðnum hesaferð.

Skriv kommentar

 

Tilbage

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram