Gulu súkklurnar við tí góða endamálinum
<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 16-05-2019

Gulu súkklurnar við tí góða endamálinum

Gulu súkklurnar, ið venja til París-túrin, eru so smátt farnar at síggjast aftur á føroysku vegunum. Høvuðsendamálið er at savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum, men verkætlanin fevnir eisini um familjur, sum hava verið í djúpari kreppu. Tí hava Eyð Matras og Tummas Joensen meldað seg til Team Rynkeby 2019.

Skrivað hevur Eilen Anthoniussen og greinin er útgivin her í samstarvi við Atlantic Airways.

Tær eyðkendu gulu súkklurnar hjá Team Rynkeby eru oftari og oftari at síggja á føroysku vegunum, nú tað er farið at vára. Súkkluliðið, sum á hvørjum ári sendir 50 føroyskar súkklarar til París fyri at savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum.

Millum teir 50 súkklararnar, ið eru valdir út til Team Rynkeby Føroyar, er eitt par. Tað er í sjálvum sær ikki óvanligt, at pør luttaka í Team Rynkeby. Í hesum førinum er kortini talan um ein innanhýsis mun. Hann hevur nevniliga luttikið tríggjar ferðir fyrr, men súkklingin er spildurnýggj fyri hana.

“So tað er nógv nýtt at læra hjá mær. Til dømis at súkkla í klikkskóm,” greiðir Eyð Matras frá, og tey bæði flenna innforstaðið.

“Klikkskógvarnir sita fastir á pedalunum, og tú skalt nýta ein serligan teknikk fyri at sleppa leys. So ein kann rokna við at detta nakrar ferðir í fyrstuni,” greiðir maðurin,Tummas Joensen, smílandi frá. Nakað, sum Eyð hevur stríðst við tá ið hon fór at venja.

Fyri ein óroyndan súkklara á landsvegnum er nógv nýtt at læra.

“At súkkla í rað, at brúka gearini, at fara upp í ferð, at lata fara, tá ið ein fer í undanbrekku. At flyta seg millum bilar og at ansa eftir ferðsluni. Ein má ikki líta á ein bilførara, fyrr enn ein er vísur í at hava eygnasamband,” leggur Tummas áherðslu á.

Hann tosar bókstavliga av royndum. Í 2014 súkklaði hann til Havnar, har hann skuldi í gallaveitslu hjá Team Rynkeby. Tá ið hann kom í Gundadal, stóð ein bilur klárur at koyra út á høvuðsvegin. Tummas helt, at bilførarin sá seg, men tað gjørdi hann ikki, og Tummas rendi inn í síðuna á bilinum við nógvari ferð. Hann varð syftur av súkkluni og fór bóltandi gjøgnum luftina. Tummas slapp við einari brotnari hond, einum brotnum splintri í mjødnini og varð blóðmeltaður um allan kroppin.

“Her varð ongin veitsla hjá mær hetta kvøldið. Eg eri ikki vorðin bangin fyri at súkkla, men eg havi lært at ansa betur eftir.”

Trygd á vegnum
Trygdin er umáðandi, og tí verður nógv gjørt burturúr at kunna súkklararnar um vandar á vegnum. Súkkling er ein nýggj ítrótt í Føroyum, og tí krevst eisini, at bilførararnir venja seg við gulu súkklararnar á landsvegunum. Ein tilvenjing, sum er í umbúna, heldur Tummas.

“Nú eru alsamt fleiri, ið súkkla, og eg upplivi tað, ið hvussu so er, sum at bilførarar taka meir atlit í dag.”

Eisini millum súkklararnar er trygdin raðfest frammarlaga. Av teimum 50, ið sleppa við á liðið, er helvtin royndir súkklarar. Undir venjingini verða luttakararnir býttir upp í tvær røðir, har ein royndur súkklari hevur ein óroyndan undir liðini, so hann kann vegleiða og hjálpa.

“Tað krevur hugsavning at sita á súkkluni gjøgnum ein so langan tein. Tí um ein dettur, kann hann taka fleiri aðrar súkklarar við sær í fallinum.”

Sjúka tætt inn at lívinum
Tað eru nógvir fyrimunir við at melda seg til Team Rynkeby. At íðka, at koma í form, merkja náttúruna í øllum veðri og at hitta onnur, ið eisini vilja gera ein mun fyri seg sjálvi ella onnur. Og so er tað høvuðsendamálið við súkklingini: At savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum. Og júst hetta er serligt fyri Eyð og Tummas.

Tey hava nevniliga havt álvarsliga sjúku tætt inn at lívinum.

“Dóttir okkara Tóra livdi við sjúkuni, frá hon var 1½ ár. Tú kanst siga, at vit høvdu eitt vanligt lív, til hon varð 14 ára gomul. Tá kom vend í. Hon misti spakuliga sínar førleikar, til hon doyði einans 17 ára gomul,” sigur Eyð.

Tá ið Tóra var 1½ ára gomul, funnu læknarnir ein svull í heilanum á henni, og hon varð skurðviðgjørd. Trý ár seinni var aftur galið, og Tóra varð aftur løgd undir skurð. Tá ið tey hildu, at tað nú endiliga fór at verða friður, kom krabbin aftur, og hesa ferð fingu tey at vita, at hon fór ikki at gerast frísk.

“Eftir tvær krevjandi skurðviðgerðir dag um dag misti hon næstan allar førleikarnar og mátti læra seg at tosa og ganga av nýggjum. Hon var sterk, og hon var alla tíðina í gongd. Hon hevði bara eitt ynski, og tað var at gerast frísk.”
Tóra doyði 13. september í 2015.

Ræðast at tosa um deyðan
Eyð og Tummas lýsa Tóru sum sterka og treiska, og hóast mótgongd stríddist hon fyri lívinum heilt til tað síðsta.

“Hon var altíð í gongd, hóast hon var ógvuliga merkt av sjúkuni. Hon var kreativ, seymaði, teknaði og málaði. Okkara heim er enn so merkt av hennara nærveru. Sum familja livdu vit í einari bobblu. Hóast syrgiligu umstøðurnar høvdu vit ein góðan gerandisdag saman við okkara deyðasjúku dóttur.”

At missa eitt barn kann illa lýsast við orðum. Tíðin aftaná var merkt av tómrúmi og einsemi. Tað eru ikki nógv børn í Føroyum, sum gerast álvarsliga sjúk, og enn færri, sum doyggja. Tí kann hendan støðan kennast sera einslig fyri tey avvarðandi.

“Hetta var okkara stríð. Vit vóru einsamøll um stríðið, og einsemið merktu vit eisini aftaná. Fólk tora illa at tosa um deyðan og tey deyðu, serliga tá ið talan er um børn. Rætt skal vera rætt, vit høvdu eisini fólk, sum traðkaðu til, men tey flestu hildu seg burtur.”

Eyð heldur, at kvinnur og menn eru ymisk í sorgargongdini. Hon hevur størri tørv á at tosa um sínar tankar og kenslur. Hann hevur ikki havt somu trongd til at práta, men kortini hevur hann havt lættari við at tosa um tað, sum teirra familja fór ígjøgnum. Og at halda seg í gongd. Eitt nú við at súkkla.

“Eg føldi, at vit líkasum gingu í hvør sínari verð. Team Rynkeby fylti so nógv hjá Tummasi, og hann virkaði glaður, men eg gekk her heima og var kedd.”

Tóra tapti ikki
Fyri at gera okkurt við støðuna valdi Eyð at søkja um at sleppa við á føroyska Team Rynkeby liðið – uttan at Tummas visti tað. Hann varð tí ikki sørt bilsin, tá ið hann glaður kunngjørdi, at hann aftur var sloppin við hesa ferð, og hon svaraði: Eisini eg.

“Tað var ein avbjóðing at koma út aftur millum fólk. At verða sjónlig aftur. Men eg gleðist samstundis um, at eg eri komin so langt. Tí tað væntaði eg ikki fór at henda, tá ið eg stóð mitt í tí. Eg eri komin so langt, at ein skal loyva sær at vera glað aftur. Eg vil varðveita sorgina. Eg vil minnast Tóru í øllum, sum er. Men hon traðkar í bakgrundina viðhvørt, og soleiðis skal tað nokk vera. Fyri Flóvinsa (lítlibeiggin í húsinum, red.) skuld mugu vit eisini royna at verða glað aftur.”

Fyri Eyð hevur tað verið trupult at sameina hugburðin at vinna, tá ið talan er um so álvarsliga sjúku. Vit hoyra jú fólk siga, at tey hava vunnið á krabbanum. Hevur onkur vunnið, má ein annar tapa. Bardist taparin tá ikki nóg mikið? spyr hon.

“Í ítrótti vita vit, at jú meira tú venur, og jú meira tú stríðist, longur fram kemur tú. Tað sama er ikki galdandi viðvíkjandi sjúku. Jú, tú kanst gera nakað sjálv. Liva sunt og fylgja góðum heilsuráðum. Og viðhvørt er tað nóg mikið til at verða frísk aftur. Men ikki altíð. Viðhvørt er sjúkan so meinsk, at persónurin doyr, hvussu nógv hann so stríðist. Og Tóra tapti ikki. Hon doyði.”

“Og eg haldi, at vit missa nøkur týdningarmikil ting á gólvið við bert at tosa um at blíva frísk. Og tað má Team Rynkeby eisini vera við til at varpa ljós á.”

Tað ger mær væl
Tíðin eftir Tóru hevur verið hørð og slítandi fyri familjuna. Tey hava verið noydd at spyrja seg sjálvi, hvat tað er, sum hendir við parlagnum, tá ið ein familja missir eitt barn.

“Vit hava roynt at livað eitt vanligt lív, men einsemið eftir Tóru hevur fylt nógv og ger tað enn. Hvat skulu vit nú gera, og hvat skulu vit tosa um? Nei, tað er ikki lætt at vera par, sum fer ígjøgnum slíkan mótgang. Vit vita jú, at nógv pør halda ikki til tað og enda við at fara hvør til sítt.”

Tað er nógv positivt við sosiala felagsskapinum kring Team Rynkeby, so tað hevur avgjørt givið nakað at melda seg inn í liðið, heldur Eyð.

“Mín avbjóðing er at vera nærverandi í tí, eg geri. Tað er eitt stríð at halda fokus og traðka á pedalarnar á hasari súkkluni. Fari eg at flákra í huganum, missi eg intensitetin. Tá ið eg siti á súkkluni, hugsi eg um stríðið hjá Tóru, har tað mangan tóktist meiningsleyst. Og eg spyrji meg sjálva: Til hvørja nyttu? Og tað er tað sama, eg hugsi um, tá ið eg súkkli: Til hvørja nyttu? Men eftir ein langan súkklutúr merki eg, at tað ger mær væl, og eg eri glað.”

Skriv kommentar

 

Tilbage

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram