Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

TR Press FO - 11-02-2018
Galladøgurðin gav knappar 260.000 túsund kr.
Team Rynkeby Føroyar fekk 259.715 kr burtur úr Galladøgurðanum, sum hevur verið leygarkvøldið. Tað er greitt, nú Hotel Føroyar hevur handað kekk við innkomna peninginum.
Galladøgurðin var skipaður sum innsavnandi tiltak, til frama fyri børn við lívshættisligum sjúkum. Øll sum hava hjálpt til, latið rávørur og tilfar, framført og annars gjørt tað møguligr at halda galladøgurðan, hava gjørt tað ókeypis. Á henda hátt fer allur peningurin, sum er innkomin, til børnini við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.