<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 15-08-2015

Ætlar tú at súkkla við Team Rynkeby?

Hevur tú at hug at súkkla til París við Team Rynkeby Føroyar 2016, er seinasti møguleiki at søkja 20. august 2015.

Komandi summar fara u.l. 1600 súkklarar, frá 5 ymiskum londum, at súkkla til Paris, til frama fyri børn við krabbameini og teirra familjum, saman við vælgerðar súkkluliðnum Team Rynkeby.

Av hesum 1600 luttakarunum, koma 50 úr Føroyum og verða valdir í byrjanini av septembur. Hetta merkir, at øll ið hava áhuga at luttaka, skulu skrivað eina umsókn og grundgeva hví tú hevur hug at súkkla. Umsóknin verður gjørd umvegis heiamsíðuna hjá team-rynkeby.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. august 2015.

- Í fjør vóru sera nógvir umsøkjarar og tí var væntandi, at færri fóru at søkja í ár. Hóast umsóknirnar eru færri, so tykist, sum umsøkjarar leggja størri dent á at grundgeva, hví søkt verður. Tað tykist sum fólk eru meiri tilvitað um endamálið og ,hvat krevst og hvat roknað verður við, frá teirra síðu. Hetta sigur stjórin í Team Rynkeby Grunninum, Carl Erik Dalbøge.

Team Rynkeby Føroyar er fyri øll
Sambært stjóranum í Team Rynkeby , hava øll eldri enn 18 ár møguleika fyri at verða við á liðnum.

- Tey seinru árini hava vit fingið skotið í skógvarnar, at tað stórt sæð ikki er møguligt at sleppa við, um man ikki er kendur, er stjóri ella kann útvega nógvar stuðlar. Soleiðis er ikki, sigur Carl Erik.

- Tá eg eri á ferð og heilsi uppá luttakarnar á liðunum hjá okkum, so hitti eg heilt vanlig fólk, sum eru ein partur av Team Rynkeby, tí tey hava eitt brennandi ynski um at gera nakað gott fyri seg sjálvan, samstundis sum tey vilja gera nakað gott fyri onnur. Hesar grundgevingar hava tey duga at greitt frá í umsókn teirra og tí eru tey vald ímillum allar umsøkjararnar.

Legg dent á grundgevingina
Carl Erik Dalbøge viðgongur, at hóast lægri umsøkjaratal, so er gravgangur um plássini á liðnum, eisini í Føroyum.

- Hóast tað sær út til at færri umsøkjarar verða at velja ímillum í ár, í mun til seinasta ár, so skal framvegis veljast ímillum innkomnu umsóknir. Tí er umráðandi, at dentur verður lagdur á grundgevingarnar. Hví ynskir ein at luttaka, hvat ein gera, við atliti til innsavnan og fremjan av ætlanini. Hetta er nakað av tí, sum liðskiparar hyggja eftir, tá veljast skal ímillum innkomnar umsóknir.

Trýst her, um tú ynskir at søkja um pláss á Team Rynkeby 2016. Trýst her, um tú ynskir at dagføra tína umsókn.

2. septembur fáa allir umsøkjarar at vita, um teir framvegis eru við í tilgongdini at seta liðið.

Skriv kommentar

 

Tilbage

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram