<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 15-02-2016

265.000 krónur komu inn á gallaveitsluni

Stóra innsavningstiltakið hjá Hotel Føroyum, Team Rynkeby Føroyar og Krabbameinsfelagnum setti met í ár. Tiltakið leygarkvøldið gav 265.000 krónur, sum er eitt sindur meira enn í fjør.

Øll, sum luttóku, bæði tey, sum skipaðu fyri, undirhildu við sangi og spæli, gjørdu mat, stóðu fyri tí tøkniliga og serveraðu, gjørdu tað ókeypis. Harafturat lat Hotel Føroyar bæði mat og drekka og hølir, uttan at nakað fór av peninginum, sum kom inn.

Gallaveitslan á Hotel Føroyum er størsta einstaka tiltak, sum Team Rynkeby er partur av í sambandi við árliga túrin til París, sum verður í juli. Í ár varð útselt, og tað merkir at 240 gestir høvdu keypt bilett.

Peningurin, sum kemur inn, verður allur brúktur til at bøta um korini hjá føroyskum børnum sum verða rakt av krabba og familjur teirra.

Á myndini sæst Alfred Hummeland, liðleiðari hjá Team Rynkeby Føroyar, taka ímóti innkomna peninginum frá Tummas Láadal frá Hotel Føroyum.

Mynd: Tórvør og Einar.

Skriv kommentar

 

Tilbage

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram