Fakta

Fakta 2019

Team Rynkeby súkklar til París fyri 18. ferð frá 27. juni til 6. juli 2019. Verkætlanin umfatar 2.100 súkklarar og 500 tænastufólk deilt út á 54 staðbundin lið úr syv londum: Føroyar (1 lið), Danmark (19 lið), Svøríki (16 lið), Noreg (9 lið), Finnland (7 lið), Ísland (1 lið) og Tyskland (1 lið).

LES MEIRA: Síggj øll 48 Team Rynkeby- liðini her.

Høvuðsendamálið hjá Team Rynkeby er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum. P/F Rynkeby Foods, God Morgon og hohes C rinda allar meginkostnaðir hjá verkætlanini. Tað merkir, at peningurin, sum Team Rynkeby savnar inn í hvørjum landi, fer óskerdur til staðbundnar felagsskapir, ið Team Rynkeby samstarvar við í hvørjum einstakum landi. Í Føroyum savnar Team Rynkeby inn til Krabbameinsfelagið, og haðani kunnu børn við lívshættisligum hjarta- og lungnasjúkum og børn við krabbameini søkja stuðul. Harumframt verður stuðul latin til gransking innan sjúkur, sum børn fáa.

Í 2018 savnaði Team Rynkeby umleið 70,4 milliónir danskar krónur til stríðið móti barnakrabba í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Føroyum og Íslandi – harav 1,3 milliónir krónur fóru til Krabbameinsfelagið í Føroyum.

Gávur til Team Rynkeby:

Samband

Mikkel Tholstrup Dahlqvist
Communications Manager
mtd@team-rynkeby.com
Telefon: +45 20 15 70 76

Finn Danberg
Team Manager
finn.danberg@gmail.com
Telefon: +298 794117

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram