Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.
Søk um at sleppa við í 2022
Um tú hevur hug til at verða ein partur av Team Rynkeby í 2022, skalt tú skriva eina væl grundaða umsókn. Tú kanst antin søkja um luttøku sum súkklari ella sum tænastufólk. Liðini verða vald út eftir teimum 10 fyritreytunum.
Gevi gætur, at súkklarar og tænastufólk sjálvi gjalda fyri egna luttøku. Í 2021 er prísurin fyri at luttaka umleið 21.700 krónir fyri súkklarar. Í hesum er íroknað nýggja súkklu, súkkluklæðir, súkkluhjálm, ferðina til Danmarkar, gisting og fult vistarhald. Um tú ikki hevur súkkla áður, krevst grundleggjandi útgerð so sum vetrarklæði, hjálmur, súkkluskógvar, pulsmátari og súkklupumpa. Fyri tænastutoymi er luttøkugjaldið umleið 6.600 krónur fyri ferðina til Danmarkar, gisting og fult vistarhald. Ferðaútreiðslurnar til heimferðina úr París er ikki íroknaðar. Her finnur tú svarið til teir vanligastu spurningarnar.
Tín umsókn skal verða skrásett í seinasta lagi 29. august 2021, og tú fært svar hin 8. september 2021. Hevur tú longu skrivað eina umsókn og vilt dagføra/broyta hana, ber tað til við at innrita her.
Team Rynkeby will be cycling to Paris in the period July 9-16, 2022.