Søga

SOLEIÐIS VARÐ TEAM RYNKEBY TIL

Hugskotið at súkkla til París kom í 2001. Eitt av starvsfólkunum í Rynkeby Foods, Knud Vilstrup, hevði fingið staðfest roykjaralungu. Hann vildi tí fegin gera eitthvørt fyri at betra um heilsustøðu sína – og at gevast at roykja var ikki ein møguleiki!

Hann gjørdi sær tankar um, at hann skuldi koma í betri venjing og samstundis fáa eitt upplivilsi burtur úr tí.

Henda tankan nevndi hann undir jólaborðhaldinum, Rynkeby helt seinni sama ár. Knud Vilstrup spurdi Torben Møller-Larsen, sum tá var tekniskur stjóri, um tað ikki kundi verið ein spennandi verkætlan at súkkla niður til París og har síggja endaspurtin av Tour de France á Champs-Élysées – og um hann kundi stuðla verkætlanini við djúsi til túrin. Hetta helt Torben Møller-Larsen vera eitt gott hugskot, um hann afturfyri kundi súkkla við til París.

Síðani ringdi Knud Vilstrup nakrar ferðir til Torben Møller-Larsen og spurdi, um túrurin kundi gerast veruleiki. Eftir fleiri royndir fekk hann endiliga jaligt aftursvar. Rynkeby læt djús til túrin umframt 50.000 DKK til at fáa gongd á verkætlanina og setti sum krav, at minst 10 luttakarar skuldu vera á liðnum. Liðið varð samansett um várið í 2002 undir navninum ’Team Rynke’: 11 súkklarar og eitt einsamalt hjálparfólk í einum minibussi vóru til reiðar at súkkla tann 1200 km langa túrin frá Ringe til París sama ár.

Tankin var vorðin veruleiki.

Team Rynkeby varð ikki sett á stovn sum vælgerðarverkætlan, og tá súkklararnir komu til hús frá fyrsta túrinum í 2002, høvdu teir 38.000 DKK í yvirskoti, og gjørt varð av at lata barnakrabbameinsdeildini á universitetssjúkrahúsinum í Odense hendan pening. Eftir ein væleydnaðan túr til París við mongum avbjóðingum yvirtalaði Knud Vilstrup fyrisitingarstjóran á Rynkeby Foods, Jørgen Dirksen, til at gera enn eina íløgu í verkætlanina. Tað bleiv byrjanin til vælgerandi verkætlanina, ið virkar enn í dag, við einari lima- og stuðlaundirtøku, ið veksur ár um ár – tað sama gera upphæddirnar til felagsskapirnar, ið Team Rynkeby stuðlar.

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram