Luttøkutreytir

Luttøkutreytir

Á hvørjum ári søkja túsundtals fólk um at sleppa við á Team Rynkeby – so stór kapping er um plássini. Tú kanst tó økja um tín møguleika at sleppa á liðið, um tú hevur tær 10 luttøkutreytirnar í huga, tá tú søkir, sum liðskiparin og lokala stýrið velja eftir.

  1. Luttakararnir skulu vera hugaðir at gera sítt til at savna inn pening til frama fyri børn við lívshættisligum sjúkum.

  2. Luttakararnir skulu helst búgva tætt við tað lið, teir verða knýttir at. Í Føroyum merkir tað, at vit í mestan mun bert taka luttakarar við, sum búgva í Føroyum.

  3. Luttakararnir skulu kunna seta tíð av til at venja við liðnum uml. tvær ferðir um vikuna alt várið (minst 2.500 km áðrenn túrin til París). Umframt tað skal væntast at venja innandura ígjøgnum veturin.

  4. Býtið millum kvinnur og menn á liðnum skal vera so javnt sum møguligt..

  5. Á liðnum kunnu vera bæði nýbyrjarar og vandir rørslusúkklarar.

  6. Í minsta lagi helvtin av luttakarunum á hvørjum liði skulu skiftast út hvørt ár (at talið ikki er hægri, kemst av, at vit vilja at tryggja framhaldið av verkætlanini).

  7. Luttakararnir skulu vera úr ymsum aldursbólkum (tó minst 18 ár).

  8. Ymiskar útbúgvingar og yrki skulu vera umboðað (tó skal minst ein lækni og ein súkklusmiður vera á hvørjum liði).

  9. Dentur verður lagdur á, at luttakararnir hava møguleika at útvega stuðlar.

  10. Hvørt lið hevur møguleika at seta av pláss til eitt ella fleiri kend fólk, sum kunnu vera við til at geva verkætlanini umrøðu. Hesi plássini verða ofta tillutað seinni enn hini.

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram