Felagsskapurin

Felagsskapurin

Team Rynkeby verður rikið av Team Rynkeby Grunninum.

Team Rynkeby Grunnurin er skipaður við eini nevnd við 7 limum: Peter Frank Andersen, virkandi stjóri í Rynkeby Foods A/S (nevndarformaður), Jørn Falk, marknaðarstjóri í Rynkeby Foods A/S, Jan Pedersen, fíggjarstjóri í Rynkeby Foods A/S, Allan Agerholm, CHO i BC Hospitality Group, Lars Simper, virkandi stjóri í Nellemann Leasing, Magnus Berndtsson, virkisstjóri í Eckes-Granini Sverige og Timo Laukkanen, virkisstjóri í Marli.

Leiðslan í Team Rynkeby verður leidd av stjóranum í Team Rynkeby Grunninum, ið samstundis virkar sum landsstjóri (Country Manager) í Danmark. Somuleiðis eru landsstjórar fyri Svøríki, Noreg, Finnland, Føroyar og Ísland. Vanliga eru tað landsstjórarnir, ið stýrisbólkarnir og luttakararnir í londunum hava samband við.

Aftur at hesum hevur Team Rynkeby ein leiðandi bókhaldara/grannskoðara, ið hevur ábyrgdina av fíggjarliga partinum av verkætlanini, ein samskiftisleiðara, ið hevur ábyrgd av samskifti millum Norðurlond og aftur at hesum er eitt hjálparfólk, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum í Svøríki.

Øll lið hava ein liðskipara og ein stýrisbólk, ið er samansettur av fólki við ymiskum royndum og førleikum. Á øllum liðum eru eisini fólk, ið hava ábyrgdina av millum øðrum fígging, stuðlum, lýsingum og tænastu – hesi fólk kunnu mynda stýrisbólkin, men tað er ikki avgerandi.

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram