FAQ

Ofta spurdir spurningar

 

Luttøka

Nær er Tour the Paris - Túrurin hjá Team Rynkeby til París?
Ferðin til París verður í viku 27. Tað merkir, at flestu liðini byrja annaðhvørt fríggjadag ella leygardag í viku 26 og vera í París leygardagin í viku 27. Í Føroyum byrjar ferðin hósdag, har prologurin verður súkklaður. Farið verður við Norrønu fríggjadag, og súkklað verður úr Jútlandi leygardag seinnapart.

Hvussu kann eg koma við á liðið hjá Team Rynkeby?
Tú kanst søkja um at verða við á Team Rynkeby liðinum við at fylla út umsóknarblaðið á okkara heimasíðu.

Hví kunnu allir umsøkjarar ikki vera við á Team Rynkeby liðnum?
Vit vilja ikki, at Team Rynkeby skal vera størri, enn at vit kunnu tryggja, at allir súkklarar fáa eina góða ferð. Tað merkir, at allir súkklarar skulu hava súkklur og klæði í góðari tíð. Eisini ynskja vit, at nóg nógv hotellkømur á rímligum stigi skulu vera til øll. Við øðrum orðum vilja vit ikki at vaksa skjótari, enn at logistikkurin kann fylgja við. Harumframt er tað týdningarmikið, at øll, ið eru við, eru kunnug við endamálið við verkætlanini og virðunum, so vit kunnu tryggja framhald við verkætlanini.

Nær verður mín umsókn svarað?
Umsóknarfreistin at koma við á Team Rynkeby í 2019 er 17. august 2018. Tann 4. september 2018 fært tú boð, um tú ert við í hópinum ella ikki. Øll liðini í Norðurlondum til 2019-ferðina eru sett 1. oktober 2018.

Hvat kostar tað at vera við?
Í 2018 kostar tað umleið 18.000 DKK at súkkla við Team Rynkeby. Prísurin fevnir um carbon-súkklu, súkkluklæði, ferðina úr Føroyum til Danmarkar, hotell og mat. Harumframt kunnu aðrar útreiðslur vera (vanliga 3.000 til 8.000 DKK) til vetrarsúkkluklæði, súkkluskógvar, súkklubrillur pulsmátara (um tú ikki eigur slíkar útgerð), venjingarferðir, ferjuflutning í Europa, eyka gistingar og heimferð úr París. Hjálparar rinda 3.600 DKK fyri at vera við. Eisini skulu luttakararnir gjalda fyri ferðina heim aftur, sum ikki er ein partur, sum Team Rynkeby skipar fyri.

Skal eg útvega stuðlar fyri at vera við?
Øll, sum eru við í Team Rynkeby binda seg til at arbeiða fyri at savna pening inn til stríðið ímóti lívshættisligum sjúkum. Nakrir luttakarar sleppa lætt fram at virkjum, sum vilja stuðla - hjá øðrum er tað truplari. Tí seta vit ikki upphædd á, hvussu nógv hvør einstakur skal koma við - vit siga, at hvør og ein roynir sítt besta.

Hvar eru liðini?
Tú sær fullfíggjað yvirlit yvir liðini á okkara heimasíðu

Okkara virki vil fegin hava eitt Team Rynkeby lið - kunnu vit tað?
Team Rynkeby hevur bara eitt virkislið – og tað er Team Rynkeby Ríkissjúkrahúsið. Sum er hava vit ongar ætlanir um at seta fleiri virkislið, men vit vísa ikki møguleikan frá okkum frammanundan. Set teg í samband við stjóran hjá Team Rynkeby Grunninum, Carl Erik Dalbøge, og tosa um møguleikarnar.

Hvussu seti eg eina góða umsókn saman til Team Rynkeby?
Vit leggja okkum eftir, at øll eru heilhugað fyri málinum. Tí er tað ein fyrimunur, um tú kanst vísa á, hví tú vilt vera við. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú vísir á, hvat títt íkast kann vera. Kanska ert tú vanur at súkkla í frítíðini, kanska hevur tú samband við onkran áhugaverdan stuðul, kanska dugir tú væl at umvæla súkklur, skriva bloggar ella at gera videofilmar ella okkurt heilt annað.

Hvussu veit eg við vissu, at tit hava fingið mína umsókn?
Tú fært tað váttað umvegis teldupost, tá ið tú fyllir umsóknarblaðið út. Fært tú ikki teldubræv, kann tað vera komið í SPAM, ella eisini hevur tú skrivað teldupostin skeivt. Tú kanst royna at skriva umsóknina umaftur.

Eru møguleikarnir betri at koma á lið, hevur tú søkt fyrr?
Nei. Vit skráseta ikki, hvør hevur søkt fyrr. Liðskipararnir seta saman tað liðið, sum teir halda vera tað besta, eftir teimum, ið hava søkt um at vera við tað ávísa árið.

Er tað sannlíkt at bæði eg og ein vinkona/maður mín kunnu sleppa á Team Rynkeby?
Ilt at siga. Umsóknirnar verða metta hvør sær, og tit verða ikki mett sum ein greipa.

Er nakað aldursmark fyri at koma á Team Rynkeby?
Fyri at vera við á Team Rynkeby skalt tú vera 18 ár – men vit hava einki ovasta mark. Aldursmarkið 18 ár hava vit samtykt, tí vit vilja, at øll skulu kunna vera við í tí sosiala partinum á liðinum.

Hvussu nógv skal eg venja?
Team Rynkeby væntar, at hvør einstakur venur umleið 2.500 km á Team Rynkeby súkkluni áðrenn Tour de París. Alt eftir hvussu formurin er frammanundan, kann hetta verða ymiskt frá fólki til fólk.

 

Útgerð

Kann eg brúka mína egnu súkklu?
Vit loyva súkklarum einans at súkkla á einari almennari Team Rynkeby-kappsúkklu. Súkklan er við í pakkanum, tú keypir, tá ið tú meldar teg til Team Rynkeby, og sjálvandi eigur tú súkkluna aftaná. Um tú fær fatur á eini brúktari Team Rynkeby-súkklu er hon eisini góðtikin sum súkkla.

Eru nógvar eykaútreiðslur til útgerð?
Hevur tú ikki súkklað fyrr, fert tú at síggja, at eykaútreiðslur leggjast aftur at luttøkugjaldinum. Tær fer at tørva skógvar og brillur og kanska eisini klæði bæði til spinning og vetrarvenjing. Og helst fært tú onkrar útreiðslur av at røkja súkkluna. Tú má hava eitt pulsur fyri at tryggja, at tín venjing verður so skilagóð sum møguligt.

Eigi eg súkkluna aftaná?
Sjálv/ur keypir tú súkkluna, so hana eigur tú eftir ferðina.

 

Tour de Paris

Súkkla øll liðini saman alla leiðina til París?
Hvørt einstakt lið súkklar í sínum lag. Nøkur lið byrja kortini í sama býi og súkkla at kalla somu leið til París. Av praktiskum og trygdarávum súkkla liðini hvørt sær alla leiðina til París. Liðini koma ikki saman fyrr enn á sjeynda degi mitt í París.

Hvussu long er ferðin?
Ferðin úr Danmark til París er umleið 1.300 km, og súkklað verður í sjey dagar - nøkur lið byrja kortini dagin fyri at túrurin av álvara byrjar, so hesi lið súkkla í roynd og veru í 8 ella 9 dagar. Stytsti teinurin fyri hvønn dagin er umleið 100 km, tann longsti umleið 200 km. Hvussu long ferðin er, veldst um, hvørja leið hvørt liðið tekur.

Hvussu skjótt verður súkklað?
Ferðin hjá Team Rynkeby til París er ikki siðbundin súkklukapping við kravtíðum. Tó er tað ein krevjandi rørslusúkklutúrur, har øll skulu kunna vera við. Liðini halda vanliga eina miðalferð, sum liggur um 25-28 km/t.

 

Set tínar egnu spurningar

Hevur tú aðrar spurningar, ert tú væl komin at spyrja okkum. Tú kanst millum annað skriva til okkara á Facebook-síðuni hjá Team Rynkeby. Vit svara rættiliga skjótt.

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram