Team Rynkeby

Team Rynkeby

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið 11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París fyri at síggja endan á víðakendu súkklukappingini, Tour de France.

Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á hesi ferð, og onnur virki stuðlaðu eisini hópinum at súkkla til París. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at 38.000 DKK vóru í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni.

LES MEIRA: Soleiðis tók Team Rynkeby seg upp.

Bólkurin valdi at lata peningin til barnakrabbadeildina á Odense Universitetshospitali, og soleiðis sá henda siðvenja dagsins ljós.

2.100 súkklarar í fimm londum

Team Rynkeby veksur í vavi og fevnir nú um 2.100 súkklarar og 500 hjálparfólk á 54 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi, Íslandi og Tyskland.
Súkklararnir eru valdir út ímillum fleiri túsund umsøkjarar, sum hava fylt umsóknarblaðið út á heimasíðuni hjá Team Rynkeby.

LES MEIRA: Soleiðis sleppur tú við á Team Rynkeby

Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum

Ígjøgnum árið skulu luttakararnir ikki einans megna at súkkla teir áleið 1300 kilometrarnar til París – tey binda seg eisini til at geva sítt íkast fyri at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum.

Rynkeby Food A/S, God Morgon og hohes C taka sær av øllum kostnaðinum av miðsavnaðu samskipanini. Hetta merkir, at allur peningurin, ið Team Rynkeby savnar inn í hvørjum einstøkum landi, verður latin óskerdur til teir felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum. Í Føroyum stuðlar Team Rynkeby Krabbameinsfelagnum. Krabbameinsfelagið umsitur peningin og letur hann til børn við krabbameini, lívhættisligum hjarta- og lungnasjúkum og teirra familjur.

Í 2018 læt Team Rynkeby tilsamans 70,4 mió. kr til norðurlenskar felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum – av hesum fóru 1,3 til Krabbameinsfelagið.

Stuðul frá Team Rynkeby

Snapshots from Tour de Paris 2019

Snapshots from Team Rynkeby's trip to Paris 2019 - new snapshots every day.

See videos

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 54 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram