Stuðlar

Stuðul

Ein umráðandi partur av arbeiðinum hjá Team Rynkeby er at savna pening inn til felagsskapir, ið stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum. Peningurin verður millum annað savnaður inn umvegis fíggjarligan stuðul frá vælviljandi vinnufeløgum.
 
Í 2017 hevði Team Rynkeby meir enn 5.100 stuðlar, ið stuðlaðu fíggjarliga ella við matvørum til verkætlanina. Tað merkir, at Team Rynkeby kundi lata 65,2 milliónir danskar krónur til felagsskapir, ið stuðla børnum við lívshættisligum sjúkum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.

Team Rynkeby er rikið av sjálvbodnum arbeiði, og tað merkir, at stórur partur av tí tørvi, sum vit hava á túrinum, er stuðlað, millum annað bilar, brennievni, matur og drykkivørur. Harafturat gjalda lutakararnir sjálvir egnar útreiðslur á túrinum, umframt súkklu og klæði.

100 prosent til álvarsliga sjúk børn

Høvuðsstuðlarnir hjá Team Rynkeby eru P/F Rynkeby Foods og God Morgon og rinda hesi feløg meginkostnaðirnir hjá verkætlanini. Hetta merkir, at innsavnaði peningurin fer óskerdur til felagsskapir, sum vit samstarva við í ávikavist Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.

Í Føroyum stuðlar Team Rynkeby Føroyar Krabbameinsfelagnum, og peningurin verður umsitin av einum grunni undir Krabbameinsfelagnum.

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 48 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram