Liðskipari til Team Rynkeby Føroyar settur
<!--@ParagraphImageLinkAlt-->

TR Press FO - 11-08-2017

Liðskipari til Team Rynkeby Føroyar settur

Team Rynkeby hevur sett liðskipara fyri komandi ár. Talan er um Rúna Juul, sum skal verða liðskiparari. Rúni hevur súkkla 2 ferðir til Paris, og hevur verið ein hollur stuðul hjá súkklarunum at koma í form og at læra frá sær.

Uppgávurnar eru mangar til eitt slíkt tiltak, og har er nógv fólk, sum eru um at uppgávurnar verða loystar:

Uppgávan er at fáa liðið at virka sum eina heild, at koma í nóg góðan form, at ferðin er skipa væl og trygg, at peningur verður savnaður inn, at heilsan er í lagi, at hjálparfólkini og súkklarar duga at umvæla súkklur og at matskaffa sær á vegnum.

Liðskipararin er partur av einum leiðslubólki, sum eru nøkur fólk í súkkluhópinum afturat honum at skipa túrin. Hesi verða tikin burtur úr teimum fólkunum, sum eftir tann 20. august verða úttikin til túrin í 2018.

Úttøkan skal verða liðug tann 4 september, tá allir umsøkjarar fáa boð.

Úttøkan verður gjørd eftir reglum hjá Team Rynkeby. Atlit skal takast til at øll, sum søkja hava líka møguleika. Tí verður hugt eftir kyni, aldri, uppruna, hvar umsøkjari býr, vinnuveg, umframt at hugt verður eftir tí motiverandi partinum av umsøknini.

Freistin at søkja um luttøku í Team Rynkeby er tann 20. august 2017. Til ber enn at søkja á www.team-rynkeby.fo/umsoknFO.

Skriv kommentar

 

Tilbage

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Ver við í 2018

Søk um at koma við á Team Rynkeby, tá ið liðini verða sett til ferðina 2018.

Skriva umsókn

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 44 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram