Team Rynkeby

Team Rynkeby

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið 11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París at síggja endan á Tour de France.

Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á ferðini, og onnur virki stuðlaðu eisini. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at tað hevði 38.000 DKK í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni.

LES MEIRA: Soleiðis tók Team Rynkeby seg upp.

Peningin læt Team Rynkeby barnakrabbadeildini á Odense Universitetshospitali, og ein siðvenja sá dagsins ljós.

1.900 súkklarar í fimm londum

Team Rynkeby telur nú 1.900 súkklarum og 450 hjálparfólkum á 48 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi

Súkklararnir eru valdir ímillum fleiri túsund umsøkjarar, sum hava fylt umsóknarblaðið út á heimasíðuni hjá Team Rynkeby.

LES MEIRA: Soleiðis sleppur tú við á Team Rynkeby

Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum

Ígjøgnum árið skulu luttakararnir ikki einans megna at súkkla teir fleiri enn 1300 kilometrarnir til París – teir binda seg eisini, til at geva sítt íkast fyri at savna inn pening til børn við álvarsomum sjúkum.

Rynkeby Food A/S og God Morgon taka sær av øllum kostnaðinum av miðsavnaðu samskipanini. Hetta merkir, at allur peningurin, ið Team Rynkeby savnar inn í hvørjum einstøkum landi, verður latin óskorin til teir felagsskaparnir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum. Í Føroyum stuðlar Team Rynkeby Krabbameinsfelagnum. Krabbameinsfelagið umsitur peningin og letur hann til børn við krabbameini, lívhættislig hjartasjúk og lungasjúk børn og teirra familjur.

Í 2017 lat Team Rynkeby 65,2 mió. kr til norðurlenskar felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum – av hesum fóru 1,2 til Krabbameinsfelagið.

Team Rynkebys gávur

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 48 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram