Stuðlar

Stuðul

Súkkluferðin hjá Team Rynkeby til París snýr seg um at savna inn pening til børn, sum hava lísvhættisliga sjúku og familjur teirra. Peningurin verður savnaður við stuðli frá vælviljaðum stuðlum.

Í 2016 hevði Team Rynkeby ikki minni enn 5.500 stuðlar, sum lótu verkætlanini pening ella vørur. Tað merkti, at Team Rynkeby kundi lata meira enn 65,8 mill. DKK til bardagan ímóti lívshættisligum sjúkum í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Føroyum.

Sjálvboðin arbeiðsmegi rekur Team Rynkeby, og tað merkir, at vit fáa stóran part av tí, okkum tørvar til ferðina sum stuðul. M.a. bilar og brennievni, mat og drykkjuvørur. Og harumframt rinda luttakararnir sínar egnu útreiðslur.

100 prosent til børn við lívshættisligum sjúkum

Høvuðsstuðul hjá Team Rynkeby er Rynkeby Foods A/S , sum rindar allar kjarnuútreiðslur, sum merkir, at 100 prosent av innsavnaða peninginum fer til felagsskapir sum varða av lívshættisligum sjúkum, sum vit samstarva við í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi, Føroyum og Íslandi.

Gávur latnar okkara føroyska liðið fara óskerdar til Krabbameinsfelagið.

LES MEIRA: Soleiðis verður tú stuðul hjá Team Rynkeby.

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Ver við í 2018

Søk um at koma við á Team Rynkeby, tá ið liðini verða sett til ferðina 2018.

Skriva umsókn

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 44 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Platinum Sponsors

Follow @TeamRynkeby on Instagram