BØRN VIÐ KRABBAMEINI

Team Rynkeby stuðlar bardagan ímóti barnakrabba við at savna inn í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Føroyum.

Barnakrabbi er serstakliga álvarslig sjúka. Hóast vísindi eru komin væl áleiðis seinnu árini, so at tað eydnast at bjarga einum 80 prosentum av teimum børnum, ið fáa staðfest krabbamein, so er sjúkan orsøkin til mestan deyða, sum stavar frá sjúku, hjá børnum í aldrinum 1-15 ár.

Eisini mugu summi børn, sum klára at liva við sjúkuni, liva restina av lívinum við fylgjunum at tí viðgerð, tey hava fingið. Nøkur verða lívsør, onnur missa limir, nøkur fáa so álvarsligan heilaskaða, at tey fara ongantíð at kunna liva eitt vanligt lív.

Vísindini vita ikki, hví børn fáa krabba

Tann ovurstóra avbjóðingin í at basa sjúkuni er, at barnakrabbi er ikki sum krabbi hjá vaksnum. Í roynd og veru vita granskarar ikki, hví børn fáa krabbamein.

Tí er tørvur á miðvísum granskingararbeiði í barnakrabba, so vísindini leita seg fram á svarið og menna betri og mildari viðgerðarhættir, so børnini ikki einans yvirliva - men kunnu liva eitt vanligt lív, eftir at sjúkan hevur slept teimum.

Meginparturin av peninginum, sum Team Rynkeby hvørt ár letur barnakrabbafelagsskapum í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Føroyum fer beinleiðis til arbeiði at fáa greiðu á barnakrabba.

Samband

Finn Danberg
Team Manager
finn.danberg@gmail.com
Telefon: +298 512654

Carl Erik Dalbøge
Team Director
ced@team-rynkeby.com 
Telefon: +45 20 26 55 88

Ver við í 2017

Søk um at koma við á Team Rynkeby, tá ið liðini verða sett til ferðina 2017.

Skriva umsókn

Ver Sponsor

Tú kann gerast sponsor hjá Team Rynkeby, og verða við til at stuðla bardaganum móti krabba hjá børnum.

Síggj møguleikarnar

Tíðindi

Les seinastu tíðindi frá teim 38 Team Rynkeby liðunum og tak niður miðlamyndir í hægstu góðsku.

Les tíðindi

Filmur

Soleiðis var túrurin hjá Team Rynkeby til Paris seinast. Hygg eftir filminum.

Síggj filmin

Myndir

Myndir, sum luttakarar sjálvir hava tikið og hava merkt við #Team Rynkeby á Instagram.

Síggj myndir